Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vil løgtingið Húsarhaldsskúla Føroya?

Nordlysid

Nú løgtingsfíggjarlógin er løgd fram í tinginum, má eg tíverri staðfesta, at als einki er sett av til at byrja fyrireikingina til bygging av nýggjum Húsarhaldsskúla , og tí má eg sum stjóri á skúlanum gera vart við, at vil Føroya Løgting nýggjan húsarhaldsskúla, so má peningur eisini setast av í 2017, so arbeiðið kann byrja av álvara, og man kann gera tær alneyðugu fyrireikingarnar, sum eru ein fortreyt fyri, at skúlin kann verða liðugur í 2019, sum landsstýrið hevur boðað frá.

Nú løgtingsfíggjarlógin er løgd fram í tinginum, máeg tíverri staðfesta, at als einki er sett av til at byrja fyrireikingina tilbygging av  nýggjum Húsarhaldsskúla , ogtí má eg sum stjóri á skúlanum gera vart við, at vil Føroya Løgting nýggjanhúsarhaldsskúla, so má peningur eisini setast av í 2017, so arbeiðið kann byrjaav álvara, og man kann gera tær alneyðugu fyrireikingarnar, sum eru einfortreyt fyri, at skúlin kann verða liðugur í 2019,  sum landsstýrið hevur boðað frá.

 

FøroyaLandsstýri boðaði fyrr í ár frá, at tað ætlar at veita stuðul til bygging avnýggjumHúsarhaldsskúla  í 2018 og 2019,og at peningur var settur av í íløguætlanini fyri hesi bæði árini, og øll vit,sum hava verið spent upp á hendan skúlan, fegnaðust.

 

Meneftirsíðani vísir tað seg, at tað kemur ikki tann endaliga staðfestingin fráløgtinginum ella frá landinum til, at hetta projektið kann fara í gongd, tífyri at kunna byrja at byggja í 2018 so er tað ein fortreyt, at 2017 verðurbrúkt til projektering at gera tekningar ogútbjóðingartilfar klárt til bygging.ð eigur at vera málið, og skal tað máliðnáast, so má Húsarhaldsskúli Føroya fáa í hvussu er eina hálva millión í 2017til at gera tær neyðugu fyrireikingarnar , áðrenn verkætlanin kann verða boðinút alment.

 

Húsarhaldsskúlin eigur tørn nú

Seinastu nógvuárini hevur man landspolitiskt tosað um at veita  Húsarhaldsskúla Føroya nøktandi umstøður tilsítt virksemi, men tíverri hevur tað víst seg, at hesin landsfevnandi skúlinstøðugt verður koyrdur aftur um aðrar verkætlanir í køini hjá landinum.

 

Hetta haldi eger ómetaliga spell, serliga tá hugsað verður um, at vit bert kunnu ganga einumtriðingi av umsøkjarunum á møti.

 

Løgtingið má vísa vegin

Menningarmøguleikarhjá tí nýggja Húsarhaldsskúla Føroya eru sera stórir við tí staðseting, sum nýggi skúlin hevur fingið fráKlaksvíkar kommunu, og hetta er tíðin hjá landinum at smíða, tí KlaksvíkarBýráð hevur givið eina treytaða tilsøgn til bygging av nýggjum húsarhaldsskúla,har býráðið vil koma við hinari helvtini av tí upphædd, sum landið játtar

 

Hetta merkir,at landið einans kemur at gjalda eina helvt av tí, sum húsarhaldsskúlin skalkosta, meðan Klaksvíkar kommuna fer at gjalda hina helvtina av kostnaðinum.Hetta eigur at vera tungtvigandi, tá ið landið ger fíggjarlóg, og tá ið landiðframmanundan sigur, at tað ikki hevur nóg mikið at peningi til at gera allartær íløgur, sum tað ynskir.

 

Løgtingið mávísa vegin í sambandi við raðfesting av Húsarhaldsskúla Føroya, sum er einskúli, ið fevnir um alt landið, við í verki at vísa, at tað ynskir, at nýggihúsarhaldsskúlin skal gerast verðuleiki.

 

Tað, sum vitbiðja um, er ein hálv millión, sum vísir tað, at hesin skúlin skal raðfestast.Hetta má løgtingið vísa longu nú í 2017, um ein skal kunna rokna við, at skúlinskal standa liðugur í 2019.

 

Jóhanna áTjaldrafløtti, skúlastjóri

HúsarhaldsskúliFøroya