Nú ferðavinnan sýnist at gerast ein alt størri inntøkukelda hjá samfelag okkara, er eisini umráðandi at vit í Norðoyggjum og Klaksvík fylgja við gongdini og gera okkara part, soleiðis at tað sum regnar á føroyska samfelagið í so máta, eisini dryppar niður her.
Søgan fram í ljósið
Tá tosað verður um ferðavinnu, hava sagnir og søga stóran týdning. Ikki minst hevur søgan um Kópakonuna í Mikladali verið eitt prógv um hetta. Í Klaksvík eiga vit eisini at gerast betur til at vísa ferðamanninum, ið kemur hendan vegin áhugaverdu søgu okkara, Bæði tá í talan er um útlendingar og føroyingar.
Gjørdu kanningar
Fyri stuttum vórðu fólk frá Tjóðsavninum í Klaksvík og gjørdu kanningar av toftunum “Uppi á Grundum”, sum standa eftir skalvalopini har.
Í tí sambandinum gjørdi Tjóðsavnið kanningar, av økinum, við nýggjastu tøknini. Millum annað høvdu tey eina dronu við sær, ið kannaði økið frá luftini.
Áhugabólkur
Vit vóru nakrir, bóndirnir í Gerðum og eg, sum tóku okkum saman í ein áhugabólk, bara við endamálinum at fáa toftirnar hjá forfedrum okkara gjørdar meiri ásýniligar Uppi á Grundum, við eitt nú at grava tún og tað, sum eftir er av veggjum undan svørðinum, sum í dag krógvar toftirnar.
Kannaðu Grøvina
Vit heittu eisini á Tjóðsavnið, um tað bar teimum til, eisini at kanna økið í Grøvini, har staðfest er at ein stór víkingatoft liggur. Hetta gjørdi Tjóðsavnið, kanska eisini tí at teir høvdu ætlanir um tað frammanundan.
Sølvará skrivar
Um toftirnar við Borðoyarvík skrivar Hans Andrias Sølvará millum annað í Klaksvíkar Søgu, bind 1: Í Bø er eitt av teim fáu støðunum í Føroyum, har tað er staðfest at meira enn ein búseting er, sum stavar frá víkingatíðini. Niðri í Toftum…. og í Grøvini
Niðri í Toftum
Føroya Fornminnissavn hevur tvey seinastu 40 árini í fleiri umførum gjørt rannsóknir Niðri í Toftum, men tær eru tíverri ongantíð gjørdar heilt lidnar. Nakað av søguligai vitan ber kortini til at fáa burtur úr toftini í Grøvini og ikki minst fornfrøðiligu kanningunum Niðri í Toftum. Harafturat kemur, at fleiri aðrar toftir eru kring Borðoyarvík.
Víkingatoftin
Um toftina í Grøvini sigur hann millum annað í Klaksvíkar Søgu, at hon er umleið 13 metrar long og 5,5 metrar breið, eitt langhús sum hevur víkingadám. Út frá sunnara enda á eystaru síðu á bygninginum er útbygningur, sum er umleið 4,5 m langur og 2,75 m breiður.
Víðari skrivar Sølvará: Grundarlagið undir vitanini um hesa búsetingina er v.ø.o. lítið. Tað ber ikki til at siga nakað álítandi um fólkini, sum búðu í Grøvini, hvørji tey vóru, ella hvussu leingi tey hildu til á staðnum. Men talan er helst um norrøna búseting úr víkingatíðini.
Víkinganeyst?
Oman móti mølini í Grøvini liggur ein onnur toft. Havið tykist vera farið við niðara partinum av toftini, sum møguliga hevur verið eitt stort neyst…. Tað er møguligt, at toftin hevur hoyrt til víkingaaldarhúsið, sum stendur nakað omanfyri við Gravará.
Norðlýsið hevur áður skrivað um kanningina, sum gjørd bleiv uppi á Grundum. Nú í vikuni fingu vit so myndir av tí sum dronan og teldan á Tjóðsavninum fingu burtur úr kanningum úti í Grøv.
Tunnilin
Beinleiðis orsøkin til at Tjóðsavnið var her í Klaksvík og gjørdi kanning uppi á Grundum var, at ein nýggjur tunnil norður um Fjall møguliga skuldi fara ígjøgnum Kjølin. Í tí sambandið lógu toftirnar uppi á Grundum fyri koyrivegnum til tunnilin, eftir einum fyribilsuppskoti, sum Landsverk hevði gjørt.
Broyttu ætlan
Tá alt kom til alt, bleiv ætlanin um at fara ígjøgnum Kjølin við einum bergholið slept og støða varð tikin um at fara inn í fjallið norðuri í Ánunum í staðin.
Vís søguna um Skalvalopini
Tað at tunnilin ikki fer ígjøgnum Kjølin opnar møguleikan fyri at varðveita toftirnar eftir skalvalopini og at gera nakað har, soleiðis at hesar toftir og søgan um skalvalopini kann gerast ein størri og ásýniligari søga, ið kann læra okkum sjálvi og ferðamannin, ið kemur hendavegin, um vandan at búgva tætt undir fjallinum um okkara leiðir. Tað er umráðandi at læra av søguni.
Tjóðsavnið til Klaksvíkar
Vit áhugabólkurin halda, at her er nakað, ið vit kunnu hjálpa til at skunda undir, soleiðis at toftirnar uppi á Grundum og í Grøvini kunnu leggjast meira opnar fyri almenna eyganum. Tí hava vit fingið í lag, at Tjóðsavnið, einaferð ímóti vári kemur til Klaksvíkar við einum almennum fyrilestri um nevndu toftir og eisini á ein fund við áhugabólkin um møguleikarnar frameftir at seta lokalu ynskini í verk.



















