Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VINDAR SVEIPTIR Í GOMLUM SIRMI !

John William Joensen

Í 64 ár hevur Merkið nú veitrað yvir ófrælsa danska hjálandinum Føroyar.

Á flaggdegnum: tórbjørn jacobsen

Roytt úr sínum tjóðskaparliga høpi tá ið ið bretsku hersetingarmyndugleikarnir ikki hildu tað vera ráðiligt at føroysk skip sigldu undir Dannebrog, soleingi heimurin var hóttur av facsistiskum og nazistiskum bartrogum, sum í sínámillum sátt høvdu lagt Danmørkini undir sítt politiska og hernaðarliga harræðið.
Harvið er tað bara stríðsfúsum tjóðskaparmonnum og bretum, við Winston Churchill á odda, sum eiga heiðurin fyri at føroyska flaggið varð viðurkent í alheimshøpi í 1940, stóð tað upp til danir og føroyska íhaldið veittraði danski fánin ikki bara úti við Løkin ídag, norðanvert donsku sýslumanshúsini í Runavík, men var framvegis dúkurin sum umboðaði okkum her og aðrastaðir, og hesin dagurin varð ikki hátíðarhildin, var ikki til sum merkisdagur.
Men sum íhaldinum so líkt so gjørdist eisini hesin veruleikin teirra veruleiki, eftir at næsar vóru brotnar og byltingarstig tikin, og ídag er Merkið tjóðarsymbolið sum allir føroyingar fylkjast um. Churchill og Roosevelt, sum sáttaðust suðuri í Casablanca, á hávetri 1943, um at berjast fyri frælsa vesturheiminum, fram til the unconditional surrender, fram haðartil at myrkursins gongumenn í Týsklandi, Italia og Japan treytaleyst góvu skarvin yvir, vunnu saman við reyða zarinum í Kreml, Jósef Stalin, slagið um heimin, og í 45 vóru Føroyar aftur eitt vanligt hjáland í friðartíð. Ein frábrigdismunur var tó Merkið og ein fólkavilji, sum kjálkaðist uppat einum suverenum stati.
Royndirnar vóru sjálvandi torpederaðar. Viljin í Fólkaatkvøðuni køvdur. Evsta vald Føroya varpað til hús og vit dugdu, sum so mangan, ikki saman at standa – táið tað galt. Jóannes Bóndi var deyður, og tí áttu vit kanska ongan Benjamin Franklin, sum á frælsisdegi amerikumanna 4. juli 1776 segði tey kendu orðini við John Hancock: We must all hang together, else we shall all hang separately. Annaðhvørt hanga vit saman ella koma vit til at hanga hvør sær. Og lítið er bøtt í so máta síðani. Trupuleikarnir hava kanska ikki eggja á røttum staði. Ella hava vit kanska ikki átt tann søguliga leiðaran, sum sagt var um Lord Halifax: "A difficulty raiseth the spirit of a great man."
Líka so sjálvsagdar sum dagligar ósemjur eru um politisk gerandismál, so ymisk sum áhugamálini nú einaferð eru í samfelagnum, líka so sjálvsagt átti tað at verið, at tjóðin stóð saman um tjóðskaparligu áhugamálini. Tað eyðnaðist tó dystin lærdum stjórnarmonnum í Keypmannahavn at klúgva fólkið og politisku skipanina. Imperialisman hevur fleiri høvur, er ikki bara eitt búskaparligt kúgingaramboð, sum vit hava sæð tað í Afrika, Asia og Latínamerika. Hon er eisini eitt valdsinstrument, og í tí høpinum skal danska ræði á Føroyum síggjast. Vald og geopolitikkur. Um at vera nakað í heimssamfelagnum. Tí hvør hevði tíma at brúkt sína tíð at tosa við Anders Fogh Rasmussen, oddviti í hesum lítla kontinentalappendixinum norðanfyri preusiska markið, um Føroyar og Grønland ikki vóru ein partur av danska ríkinum? Uttan hesar gigantisku útpostarnar á norðaru hálvu hevði Danmark havt sama geopolitiska týðning sum Luxemburg, og nær hevur oddvitin í hesum jalladøminum seinast drukkið tevatn saman við einum amerikanskan forseta í eggrunda rúminum í Washington D.C.? Og hvørji felagsmál skuldu teir eisini tosa um?
Sohvørt sum danir, heilt tilvitað, sprændu meira av peningi inn í tær føroysku æðrarnar linkaði føroyingurin í teimum politisku kongunum. Gjørdist meira og meira apatiskur, eitt lið av politiskum zombiarum, sum var farið at trívast í hesi merkiligu og heilt ónatúrligu gongd, sum politiska tjóðskaparstríðið fekk frá stríðsárunum og eina hálva øld fram. Var tað ikki fyri nakrar fáar eldhugaðar revolutionerar lyktamenn, ið hildu veruligu hugsjónum fólksins upp í ljósið, eisini tá ið ringast stóð til, tá kundi alt verið farið fyri bakka. Og at eimurin í eldstaðnum ongantíð kóðnaði ber vælsaktans eisini boð um, at djuphavsstreymarnir í politiskum meginrákum ikki kunna vendast tá samanum kemur.
Føroyingar stríddust fyri sínum egna máli. Fyri at málið skuldi fáa innivist í danska skúlanum og í donsku kirkjuni í Føroyum. Stórur partur av politiska bardaganum í fyrru helvt av seinastu øld ráddi um hendan spurningin. Og tað glapp til endans, væl stuðlað av andaligum strugglarum, sum umframt sítt andaliga missiónsvirksemið síðuleypandi stríddust fyri talumálinum hjá fólkinum, hin kendasti man vera Victor Danielsen, faðirin at fyrstu bíbliuni á føroyskum málið, umframt einum ótali av songum og sálmum, – sum uttan iva hava givið føroyskum kirkjumonnum og donsku kirkjumyndugleikunum eitt ordans spark í dintulin og nakað álvarsligt at hugsa um – skuldu teir ikki missa takið. Rationaliið er púra klárt, føroyingurin verjir tilfeingið, fundamentið, undir tjóðini, tá á stendur. Tað øvuta hendi í Hetlandi, og úrslitið er hareftir.
Stríðið um fiskimørkini er sama søgan. Føroyingar stríðast fyri sínum egna kova. Verja hann. Fyri framhaldandi lívi í oyggjunum. Í byrjanini stendur hetta alt upp ímóti bacon-avtalunum hjá dønum og bretum. Donsk handilsáhugamál saman við bretskum veiðiáhugamálum ganga tvørvegis føroysku áhugamálunum, sum snúgva seg um at tryggja materiella fundamentið undir fólkinum og tjóðini. Eftir tógvið stríð kemst á mál og rationaliið er tað sama sum í málspurninginum, tá ið tjóðarinnar evstu mál skula verjast fer fólkið í stríð, og er tað eitt sameint fólk, so svitast tað ikki, at tey sum hava nakað at berjast fyri – vinna umsíður.
Rationaliið í EEC-málinum er júst hitt sama. Kovin sum var ávegis tryggjaður bleiv hóttur av kontinentalkapitalistiskum áhugamálum, og eisini her vann tærið í føroyska fólkinum. Og nú sita føroyingar á 275.000 km2 í Norðuratlantshavið. Nú væntar bara yvirvaldsrætturin og hin føroyski staturin.
Og júst í tí spurninginum hava vit ikki verið líka so rationellir sum í fyrrnevndu málum. Heimastýrislógin, sum kanska kundi verið jarnbrotið, ið skuldi bukta tær frælsu Føroyar, statsskipanina, uppá pláss, varð ístaðin neyðtikin av føroyskum politikarum og misbrúkt til at skipa Føroyar eftir donskum vælferðarleisti, vælstuðlaðir og bornir av donsku statsmaktini, ikki minst búskaparliga. Tað skuldi ein lemjandi kreppa til, bara fyri at tað so á leið skuldi riva fyri eygunum á hesum kallum, og kanska á stórum parti av fólkinum eisini, eitt heilt samfelag hevði verið offur fyri eini massapsykosu, sum veldi út úr danska ríkiskassanum.
Fyrst í nítiárunum fær føroyska samfelagið so hetta eftirhondini heimskenda vambakastið. Alt tað sum fyrr vendi upp vendi nú niður. Vinnulívið verður at kalla totalsanerað, ein sættapartur av fólkinum flýggjar av landinum av armóðsorsøkum og tann einasti parturin av samfelagnum, sum ikki verður saneraður, er almenni sektorurin í høvuðsstaðnum, hildin uppi av donsku ríkisveitingini. Og tað hevur verið ein akkileshælur síðani, nú hesin parturin er lopin fram í stórum síðani, og er vorðin ein alt ov tung byrða fyri føroyska búskapin.
Men eingin ivingur er um, at hesi árini síðani hava givið fólkinum eina vón um, at tað ber til at liva og virka í Føroyum av egnari uppdrift. Í 1998 semist man um at skipa hin severena statin. Tað eyðnast ikki í fyrstu atløgu. Men eingin ivast í at hetta er byrjanin til endan á tjóðskaparstríðnum, soleiðsni reint skipanarliga. Politiska pendulið sveiggjaði leingi úti í bakborði, men lógin um aktión og reaktión er eisini eitt fyribrigdi sum finst í politiskum høpi, og eftir valið í vetur, vassaðu vit av órøttum inn í eitt intermezzo, eitt vakum í tjóðskaparstríðnum, sveiptar vindar av gomlum sirmi, sum má sleppa at útliva seg sjálvt, áðrenn demokratisku byltingarkreftirnar seta seg við róðrið aftur. Eingi tekin eru um, at lyktamenninir er slóknaður ella viknaðir, – tvørturímóti.
Bruttotjóðarútøkan tvífaldaðist hesi 6 árini fullveldissamgongan sat við róðrið. Danska ríkisveitingin hevði verið komin uppá 1,2 milliardir krónur um árið, høvdu inntriv ikki verið gjørd frá føroyskari síðu, sum høvdu tað við sær, at veitingin nú bara er helmingurin av hesum. Var einki gjørt, so var hendan stóra milliardin ein politiskur og búskaparligur veruleiki, sum man fyrihelt seg til, nú fyriheldur øll hin politiska skipanin seg til tann veruleikan sum fullveldissamgongan setti á lunn. Soleiðis er lyndið manni íborið. Vóru hesar 620 milliónirnar, ið nú eru eftir, eisini karvaðar burtur, so var tað hin nýggi veruleikin, sum føroyingar og føroyskir politikarar vegaðu eftir. Sum Jens Pauli Heinesen sigur tað so væl í endanum á stóru skaldsøguni "Frænir eitur ormurin": "Alt er relativt, alt er komplementert. Stundin er komin til nýtt siðaskifti, ein nýggjan kopernikuslátur. Rekið menniskjað út úr skýmaskotinum. Setið meg oman fyri nattúrulógirnar og latið tarvin liggja á biti við mína lið."
Ímeðan fæst hendan intermezzo-samgongan við at liggja fram eftir rommum fyri donsku statsmaktini, í hernaðar- & trygdarmálum, harið hon ætlar at legitimera undirbrotligheitina og leiklutin sum eltibløðra í heimssamfelagnum. Fæst við at fylla fikkurnar á teimum ið hava nóg mikið frammanundan ígjøgnum forkvaklaðar skattaskipanir ið hoyra menningarlondum til og lítið og einki veiggj er í vinnuligari framsøkn, mest tí at tað ikki hevur politiskan áhuga.
Danir eru nú farnir at kjakast um framtíðina hjá nationalstatinum og serliga tí danska nationalstatinum. Kendi debattørurin, fyrrverandi spinndoktari hjá Nyrup-Rasmussen, forsætisráðharra, Ralf Pittelkow hevur skriva bókina "Forsvar for nationalstaten" sum kemur í bókabúðirnar í komandi viku. Í weekend-avísini ígjár sigur hann í samrøðu, at nationalstaturin hevur nakrar ómissandi kvalitetir. Hann er eitt amboð sum einki annað tá ið tað ræður um politiskar konstruktiónir, og tað er fyrst og fremst politiska skipanin hann hugsar um, sum liggur fyri íla í einum fólksligum felagsskapi.
Kendi professarin frá Prince Edward oyggjunum, Barry Bartman, segði nakað tað sama í Norðurlandahúsinum í 1999, tá ið ein ráðstevna varð hildin har um støðuna og framtíðina hjá heimsins smátjóðum. Hann samanbar støðuna í New Foundlandi og í Íslandi. Nýfunnaland valdi í 1949 at fara frá sjálvstøðu og at lima seg inn sum part av kanadiska samfelagnum. Hetta gjørdist teirra vanlagna. Rot kom í og landið hevur bara verið fyri afturgongd. Nakað um somu tíð sleit hitt fátæka Ísland seg leyst úr donskum fjøtrum og verður í dag mett at vera ein av heimsins ríkastu og best skipaðu statum. Sum Bartman tók til um íslendska miraklið á stevnuni: "Icelanders to the last explain their survival, indeed their succes, by the obsession with their own self-reliance: there is no Copenhagen, no Ottawa, no Brussels, no bailout. To sink or swim on their own is a national mantra. And swim they have, using their powers as a sovereign state to navigate their economy through difficult and dangerous waters. Iceland is the story which, perhaps more than any other, confounds the calculations of chronic disadvantage in very small and remote states. While not alone, it is the quintessential successful micro-state. The choice of sovereignty is, of course, not one for all very small societies. But the experience of sovereignty for so many micro-states in the years of independence should inspire confidence and not anxiety. It is a world where the very small can mingle with the large and thrive in the process.
Soleiðis skuldi alt tala fyri at føroyingar brúka sína annars rationellu fatan til at skipa tað amboðið, sum ger okkum til ein part av heiminum, gevur okkum møguleikar at samskifta beinleiðis, á jøvnum fóti, politiskt, vinnuliga og mentanarliga við øll heimsins lond. Hitt seinasta takið er eftir, og tað verður tikið so týtt og knapt sum pendulið aftur fer at sveiggja fyri framtíðini. Jóanes Nielsen sigur, at ímillum okkara heitu búkskinn grør framtíðin ímeðan Alexander Kristiansen er meira poetiskur tá ið hann í seinasta yrkingarsavninum "Gud er Danskari enn Guð" sigur: At lívið er ein veit full av sóljum, ein snórur fullur av blaktrandi klæðum. Um skamma stund blaktrar Merkið yvir teimum frælsu Føroyum, tí veruleika fær eingin jarðisk makt steðga, heldur ikki samantvinnaða dúnnkraftin hjá donskum sjórnarmonnum og føroyskum íhaldi.
Hetta snýr seg um at verja tað vit arvaðu og at lata tað frá okkum aftur í hóskiligum standi. Sum Solsjenitsyn segði: "Um tjóðirnar skuldu horvið, fer hetta at gera okkum í minsta lagi líka so fátæk, sum fóru øll menniskju at verða púra eins, við sama persónleika og somu útsjónd. Tjóðirnar eru menniskjans ríkidømi, tjóðin er menniskjans kollektivi persónleiki. Sjálvt tær allarminstu hava sín serliga lit og rúma í sjálvum sær eitt serligt frábrigdi í tí guddómliga stavnhaldinum."

Harleywoodpaint