Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vindur í kvøld og í nátt

Hanus Kjølbro

So er aftur vindur.

Lágtrýstið, sum stendur fyri vindinum, er júst farið norður av myndini. Tey tilhoyrandi brúgvaløgini, sum hava regn og vind við sær, eru tað langa og gráa feltið, ið strekkir seg úr miðjum Norðuratlantshavi í ein landnyrðing til Føroyar og eysturum.

Vindurin er veksandi í løtuni. Miðalvindurin er farin upp um 15 m/s úr útsynningi.

Klokkan 8 í kvøld verður miðalvindurin um 20 m/s. Ættin tann sama og ælaveður. Í morgin ári fer at minka, men tað fer ikki at ganga skjótt fyri seg. Seint seinnapartin er miðalvindurin komin niður á 15 m/s aftur.

Alt hetta tíðarskeiðið er ættin útsynningur, og alt tíðarskeiðið ælaveður.