Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vindurin veksur í dag

Hanus Kjølbro, Sjónám

Allar veðurstøðirnar í Eysturoy boða frá hálku í morgun. Í Norðoyggjum er onkur støð, ið sigur frá hálku eisini. Í vestur- og suðurøkinum verður ikki ávarað um hálku í morgun. Luftin er eitt sindur kølin í morgun. Tað kalda lotið stavar frá miðjum Norðuratlantshavi. Tað er eitt lágtrýst í Grønlandsfjørðinum, ið skipar fyri flutninginum av luftini til Føroya. Tann kalda luftin í gjár kom av tí Norðuramerikanska meginlandinum.

Lágtrýstið í Grønlandsfjørðinum er ikki so lágt í morgun, sum áður var væntað. Trýstið er niðri á 975 hPa. Vestan fyri lágtrýstið er fitt av vindi úr útsynningi. Hetta økið flytir seg ímóti okkara leiðum. Vit fara at merkja hetta seinni í dag, tá ið vindferðin fer at økjast úr einum stívum andøvsguli, 6 til 10 m/s (tað er miðalvindurin í morgun), upp í skrið, 18 til 22 m/s. Mesti vindurin verður í kvøld. Eftir midnátt minkar vindurin aftur. Ættin verður útsynningur allan dag og í nátt.

Tað verður skýggjað veður í morgun og út á seinnapartin við onkrum æli. So hvørt sum vindur veksur seinnapartin, fer at regna meiri. Ein kuldabrúgv fer framvið eftir midnátt, og tá kann væntast fitt av avfalli í eina løtu.

Hitin í dag fer at liggja um 5 til 6 stig.