Atlantic Airways og Norðlýsið skipað fyri eini spurnarkapping á Atlantic Fair seinnapartin
Í summarfrítíðini 2024 flýgur Atlantic Airways beinleiðis til bretska høvuðsstaðin tvær ferðir um vikuna – hvønn týsdag og leygardag frá 1. juni til og við 31. august 2024, og sølan er nú byrjað, siga tey frá Atlantic Airways.
Tá Norðlýsið vitjaði á snotuliga básinum hjá Atlantic Airways gekk ikki longi til hugskot um eina spurnarkapping bleiv til veruleika og vinningurin er ein ferð fyri tvey til London.
Spurnarkappingin verður á básinum hjá Atlantic Airways í dag kl 14. Spurnarbløðini verða tikin inn og Atlantic Airways setur seg í samband við vinnaran.




