Vinnulívsráðið í Klaksvík er aftur farið undir sínar netverksfundir aftaná korona. BankNordik greiðir frá gongdini í samtakinum seinastu árini. Avleiðingarnar av krígginum í Ukraina verða eisini umrøddar
Í morgun savnaðist vinnan í Klaksvík á Tekniska Skúla. Vinnulívsráðið er farið undir sínar fundarrøðir aftur, nú korona er lagt aftur um bak. Byrjað varð við morgunmati og síðani beyð Jan Petersen, formaður í vinnulívsráðnum vælkomin og gav síðani Árna Ellefsen, forstjóra í BankNordik orðið.
Árni Ellefsen greiddi frá gongdini hjá samtakinum seinastu árini og á hvønn hátt hann sær talgildingina bæði lata upp fyri nýggjum møguleikum og avbjóðingum.
Út frá seinastu broyttu heimsviðurskiftunum við krígnum í Ukraina umrøddi Árni Ellefsen eisini hvussu hetta rakar Føroyar.












