Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vinnudagurin er í dag

Helgi Abrahamsen

Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar í dag fyri árliga Vinnudegnum. Dagurin verður hildin í Norðurlandahúsinum, og tá freistin at melda til var úti í gjár, var mestsum fult teknað.

Hetta er 16. ferð, at Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri Vinnudegnum, har fjølbroyttir fyrilestrar eru á skránni umframt at Ársins Virki og Ársins Átak verða kosin.

Tey sum fara at hava fyrilestrar á Vinnudegnum eru:

Maria Strømme, professari í nanotøkni, sum fer at tosa um, hvussu nanotøkni í dag fremur týðandi samfelagsbroytingar – bæði í vinnuligum og privatum høpi.

Michael Lemner, stjóri í TimTam Consulting. Hann fer at greiða frá, hvussu fyritøkur gagnnýta talgilding, og hvussu fyritøkur fyrireika seg til krøv og keypimynstur frá framtíðar kundanum.

Triði fyrilesturin verður við Pæturi Smith Clementsen, tekniskum stjóra í Fótbóltsambandi Føroya. Hann fer millum annað at halda fyrilestur um, hvussu til ber at fremja broyting og menning í virkseminum.

Høgni Djurhuus, tíðindamaður, fer eisini at hugleiða yvir evnið: “Neytamykjukapping og kapitalistar”.

Vinnudagurin endar við veitslu á Østrøm.

Harleywoodpaint