Hvønn veg útviklar føroyski búskapurin seg?
Seinastu árini er búskapurin blivin munandi konsolideraður, bæði á lands-, kommunal- og privatstøði.
Men seinastu tølini fyri búskaparligu gongdina vísa, at lántøka í flest øllum sektorum økist munandi í løtuni. Eitt nú er lániskuldin hjá privatu húsarhaldunum økt við 800 mió. kr. eftir lutfalsliga stuttari tíð, og sannlíkt verður handilsjavnahallið omanfyri 800 miljónir í ár!
Er hendan gongdin natúrlig og ein partur av menningini, ella er neyðugt at rópa varskó longu nú?!
Menningardeildin hjá Klaksvíkar kommunu hevur tí boðið formanninum í Búskaparráðnum og fyrrverandi stjóra í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, at geva sítt boð uppá gongdina í føroyska búskapinum undir heitinum: “Hvønn veg útviklar búskapurin seg?”
Almenni vinnufundurin verður á Tekniska Skúla mikukvøldið 6. desember frá kl.
19:00 til 20:30.




