Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vinnukaving á breddan í Landstýrinum

Jóhann Lützen

Í farnu viku var fundur úti í Tinganesi millum landstýrismannin í Uttanríkis- og vinnumálum, Høgna Hoydal, og umboð fyri partar av føroysku kavaravinnuni.

 

Á fundinum varð landstýrismaðurin kunnaður um vinnumøguleikarnar, ið føroysk vinnukavingin hevur og um hvussu vinnan kann mennast enn meira. Landstýrismaðurin var hugtikin av hvussu stóran týdning vinnukaving hevur fyri ávísar vinnugeirar, í samfelag okkara. Landstýrismaðurin, vinnan og leiðslan á vinnukavaraskúlanum avgjørdu í felag, at leggja eina ætlan fyri hvussu føroysk vinnukaving kann mennast enn meira, soleiðis at vinnumøguleikarnir hjá føroyskum kavarum gerast enn størri og betri.

Á myndini síggja vit luttakararnar á fundinum í túninum í Tinganesi,  frá vinstru síggja vit Janus Joensen, stjóra á vinnukavaraskúlanum, Hera Mørkøre próvdómara innan vinnukaving, Høgna Hoydal, Landsstýrismann í Uttanríkis- og Vinnumálum og Høgna Kjeld, vinnukavara og stjóra í kavarafyritøkuni Green Marine Divers.