Boðskapurin hjá politisku flokkunum kann tykjast heldur fløkjastligur hjá vanliga føroyinginum.
Tá lógin um vinnuligan fiskiskap kom í gildi í 1994, var rætturin latin teimum, sum tá høvdu skip, í 10 ár. Hetta varð gjørt fyri at fáa gongd á aftur í fiskivinnuni eftir kreppuna.
Nógv skip vóru sanerað, og somu eigarar keyptu hesi somu skip aftur frá bankunum fyri lítið og lætt.
Bæði at sanera við almennum pengum og lata ókeypis fiskirættindi í 10 ár, vóru sera góðar treytir.
Boðskapurin var greiður: "Fiskirættindini, latin sambart hesi lóg, veita ikki einstøkum bólkum ella einstaklingum ognarrætt" í allar ævir.
Rætturin at fiska, sum varð latin nøkrum reiðaríum ókeypis at umsita, og sum skuldi falla aftur til landið, er vorðin kapitaliseraður. Hann verður í roynd og veru umsitin, sum var hann privat ogn – beint ímóti lógarinnar bókstavi, og beint ómóti Løgtingsins vilja.
Løgtingið hevur ongantíð samtykt, at rætturin at fiska skal gerast ogn hjá ávísum reiðarum at kapitalisera.
Hetta kann man ikki lasta teimum reiðaríum fyri, sum virka í vinnuni, tey virka sjálvandi sambært teimum signalum, politikarar senda út. Myndugleikarnir hava stillisliga góðtikið, at fiskiloyvini í veruleikanum eru endað sum privat ogn og harvið eisini sum privat handilsvøra.
Myndugleikarnir kunna bara takka sær sjálvum fyri, at støðan er vorðin, sum hon er.
Men Løgtingið, sum samtykti lógina um vinnuligan fiskiskap í 1994, hevur eisini skyldu til at bøta um skaðan, tí skaðin er stórur. Privata kapitaliseringin av rættinum at fiska hevur við sær sera stór og álvarslig vandamál fyri fiskivinnuna, fyri fólk, ið starvast í fiskivinnuni, og fyri alt samfelagið.
Niklái Petersen,
www.tjodveldi.fo/niklai




