Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vinnulívið fingið nýggjar eigarar

Tíðindaskriv

Blaðið “Vinnulívið”, ið varpar ljós á vinnufyritøkur í Føroyum, hevur skift eigara. Bergur Zachariasen, ið átti blaðið, er farin í annað starv og hevur í tí sambandi valt at selja fyritøkuna. Hanus Samró, ið eigur og rekur Ó, hevur saman við Adami Andreasen, lýsingarstjóra á Vinnublaðnum, keypt blaðið. Avtalan varð undirskrivað í gjár.

 

–       “Vinnulívið” er eitt gott og sterkt brand, sum hevur nógv ár á baki, og tá vit fingu møguleikan at keypa tað, ivaðust vit ikki. Tað er spennandi at fylgja føroyska vinnulívinum. Tað gongur væl, fyritøkur standa seg ikki bara væl í Føroyum, men eru eisini kappingarførar uttan fyri landoddarnar. Kjarnin verður tann sami. Vit fara framhaldandi at umrøða føroyska vinnulívið, men vit hava eisini nakrar ætlanir um, hvussu vit kunnu røkka einum uppaftur størri vinnulívsskara, sigur Hanus Samró.

Næsta “Vinnulívið” kemur út í heyst.

Harleywoodpaint