KÍ loftið varð karmur um netverksfund hjá Klaksvíkar Vinnulívsráði í sólini í dag. Hølini eru stór, men uppmøtingin var somikið góð, at eyka stólar máttu til.
Vinnulívsráðið hevði heitt á teir báðar Johnny í Grótinum og Ragnar Á. Joensen, ið báðir eru klaksvíkingar og undirvísa á Glasi til dagligt, um at hava eina framløgu. Hetta var í samband við greinarøðu teir báðir hava haft í Norðlýsinum um ymisk sosio-økonomisk viðurskifti í Norðoyggjum.
Jógvan við Keldu, samskipari í Vinnulívsráðum tók fyrst orðið og greiddi frá skránni. Karl H. Johansen tók síðani orðið og beyð vælkomin og greiddi frá sínum hugsanum í mín til vinnulívið í Klaksvík. Borgarstjórin legði út við at tosa um vakstrarkanningina, ið hevði verið stavnhaldið seinastu 10 árini hjá býráðnum. Borgarstjórin legði harumframt dent á at vit skapa ein fjølbroyttan arbeiðsmarknað og tað merkir at kommunan og vinnulívið skulu verða betri til, at skapa størv til kvinnur.
Síðani fingu teir báðir býarsynirnir Johnny í Grótinum og Ragnar Árnason Joensen pallin til teirra framløgur. Johnny í Grótinum vísti á tey rák, ið fara at bjóða okkara samfelagi og vinnulívi av í komandi árum. Serliga burðardygdin fylti nógv, har menningarmálini hjá ST í prátinum.
Ragnar Árnason Joensen tosaði um felag samleika frá gamlari tíð, sum í dag er vorðin fragmenteraður. Ungfólk hava ikki í dag somu pallar, siðvenju og fatanarstøði. Hann minti vinnulívið á, at hava hetta í mentu.
Jan Petersen, formaður í Vinnulívsráðnum endaði løtuna við at staðfest at vinnulívið í Klaksvík hevði víst dirvi í hesi koronu tíð, har flestu vinnubólkar høvdu klára seg væl. Tó vórðu serliga vinnulívið og partar av fiskivinnu rakt. Hann takkaði kommununi at hava verið viðv at fyriskipað fundin.
Sum navnið legði upp til netverkaðu vinnulívsfólkini á fundinum. Tveir góðir tímar vórðu at enda komnir. KÍ vandi á vøllinum undan fráferð til dystin morgin í Trongisvági móti TB.






























































