Kvinnuunglingar Vípan hjá Støkk hava í dag kvalifiserað seg til finaluna í World and Challenge Cup II í estetiskum fimleiki í Graz í Eysturríki.
Í innleiðandi umfarinum fyri kvinnuunglingar kappaðist Vípan í móti 21 øðrum liðum úr øllum heiminum. Tær fingu 14,90 stig fyri sína framførslu, og tryggjaðu tær sær sum einasta føroyska lið pláss í finaluni, sum verður í morgin sunnudagin 15. apríl. Eina úr Havnar Fimleikafelag luttók eisini i kappingini.
Í kappingini fyri kvinnur luttók Hydra úr Ljósinum og Hulda úr Havnar Fimleikafelag.
Finalan byrjar í morgin kl. 12:00 føroyska tíð og kann stroymast á www.agg-graz.com .
Vípan verður á gólvinum áleið kl. 12:45.
Tekstur til myndina: Frá vinstru: Sandra Hansen, Miriam Jákupsdóttir Johansen, Rósa Hansen, Heidi Napoleonsdóttir Jacobsen, Elsa Maria Hansen, Beinta Gaardbo, Bjørk Nolsøe, Sunnvá Weihe Johannesen, Rósa Hanusardóttir á Lógv.
Venjarar eru: Ásleyg Toftegaard og Debora Ingvarsdóttir Stauss.
Koreografur er: Antton Laine.


