Ì samband við Virkið Heyst hjá Klaksvíkar Kommunu ger Norðoya Gongufelag ein frásøgutúr niðan í Gravardal mikudagin 27.sept kl 17.
Møtast viđ parkeringsplássiđ úti í Grøv. Hetta er ein ørðvísi túrur, við frásøgu meira enn gongd Gravardalur og Ùti í Grøv er okkara nátturuperla, har hava vit mangan spælt og har ganga vit túr.
Andras Joensen bóndi er staðkendur og kemur at siga frá støðum og søgum.
Vit enda niðri í Grøv, har vit fáa breyð við føroyskum viðskera frá Niðristovugarðinum í Gerðum.
Túrurin kostar 50kr( reiðan pening)
Meldi til á tlf 267246 áðrenn kl 10 mikumorgunin.




