Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Virkið heyst: Myndarøð

Jóhann Lützen

Virkið heyst hava tveir teir fyrstu dagarnar verið merktir av hugnaligari samveru, úti og inni

Í dag hittast dagstovnarnir á Djúpumýru til stuttlig rørsluspøl.

Trølla Pætur verður saman við JAVNI www.javni.fo og Treysti á rennibreytini. 

Ein hugnaligur gongutúrur í Gravadal við Norðoya Gongufelag. verður kl. 17.00 og ein spennandi almennur fyrilestur verður á Tekniska skúla kl. 19.00. Fleiri ung luttaka í prátinum aftaná framløgurnar, sum m.a. snúgva seg um hvat ávirkar sálarligu heilsuna hjá ungum og um hvat ung hava svarað í borgarakanningini, sum Klaksvíkar kommuna gjørdi í vár.