Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Virkið Vár: Bind tína egnu blómu við Gunvør

Jóhann Lützen

Mikukvøldið 29. apríl verður skipað fyri verkstovu í Rótini, har vit fara at binda eina hvítusunnulilju saman.

 

Á verkstovuni verður eisini møguleiki fyri at spyrja inn til og at læra at binda blómurnar úr nýggju bókini “Søsterstrik” , sum Gunvør Reyðberg fyri stuttum gav út.

Luttakarnir mugu duga at kasta uppá, at økja og at læsa av.

Verkstovan er ókeypis og pláss er fyri 15 luttakarum. Neyðugt er við tilmelding er á ragnhilde@ klaksvik.fo.

At hava við: Stokkar (3 mm) og tógvrestir av Mohair ella tunnum Alpaka í hvítum og gulum litum (ella øðrum litum, um ynski er um tað).

Neyðugt er við tilmelding til verkstovuna. Send ein teldupost til ragnhilde@klaksvik.fo við fullum navni og tal av luttakarum. 


Hvar: Rótin
Nær: Mikukvøldið 29. apríl
Klokkan: 18-20