Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Virkið Vár: Ein glaður hundur er ein væl stimbraður hundur

Jóhann Lützen

Í sambandi við Virkið Vár verður fyrilestur við Dianu Ó. Johannesen, hundavenjara hjá HUFF, í kvøld á Skúlatrøð

 

Í fyrilestrinum fer Diana at greiða frá týdninginum av bæði fysiskari og mentalari stimbran av okkara hundi, soleiðis at hundurin verður ein nøgdur og sunnur hundur, sum trívist væl. 

Aftaná fyrilesturin verður vant við hundunum úti í ovara skúlagarði. Vit venja gerandislýdni og læra eisini venjingar, har hundarnir kunnu gera kynstur. 

Hundarnir kunnu ikki koma við inn í skúlan, men mugu bíða fittir til hundavenjinginga aftaná fyrilesturin. 

Hvar: Í skúlastovu á Skúlatrøð (brúka høvuðsdyrnar)
Nær: Mánakvøldið 27. Apríl
Klokkan: 18-20

Øll við áhuga fyri hundum eru hjartaliga vælkomin. 

Harleywoodpaint