Í samband við Virkið Vár bjóða skótarnir hjá KFUM og K til eina hugnaliga løtu saman. Byrjað verður við at rudda nærumhvørvið og aftaná fara vit at hugna okkum við sneisabreyði, skúmgæti og góðum skótakynstrum.
Eisini verður ein spennandi SkótaQuiz á skránni. Øll, sum luttaka, eru við í lutakastinum um ein spennandi vinning.
Vit møtast á økinum hjá KFUM og K-skótunum á Gerðagøtu.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Hvar: Hjá KFUM og K – skótunum í Gerðagøtu
Nær: Hósdagin 30. Apríl
Klokkan: 18.30



