Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Virkin spurnarkapping

klaksvik.fo

Í samband við Virkið Vár hjá Klaksvíkar Kommunu, hevur Býarfríðkanin gjørt eina virkna spurnakapping, har neyðugt er at koma runt umkring í býnum fyri at kunna luttaka.

 

Hvussu eitur træið, sum jólamaðurin hongur pakkar á úti í Grøv? Ella veist tú hvat føroyskt orðatak stendur á brúna bonkinum, sum stendur í býarlundini yvir av Norðoya Sparikassa? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum tú skalt finna svarini til. 

Spurnarblaðið kann heintast á bókasavninum ella í Miðlan Nólsoyar Pálsgøtu 32. Til ber eisini at taka tað niður her: 

Virkin spurnarkapping – spurnarblaðLat spurnablaðið inn á bókasavninum í seinasta lagi 3. mai – og ver við í kappingini um góðar, grønar vinningar.