Borgarstjórin hevði trupult við at fáa armarnar niður, tá ið hann fyrrapartin kom aftur á kontórið, aftaná at hava verið til leikin VIRUS VIRUS, sum næmingar á Skúlatrøð framføra í hesum døgum
– Hatta var ein heilt fantastisk uppliving uppá allar mátar. Samanrenningin millum ungar og eldri næmingar, sum saman fáa skapt eina slíka heildaruppliving, er ómetaliga stuttligt at uppliva.
-Øll vita, at tá farið verður undir eina slíka verkætlan, so eru nógvir træðrir at halda skil á, men tað má eg rósa øllum fyri at hava megna ótrúliga væl.
– Ein slík uppliving er gevandi fyri allar partar. Næmingar fáa nýggjar upplivingar, flyta mørk, mennast og knýta uttan iva eisini nýggj vinarbond. Tað er heilt fantastiskt, og er júst tað, vit ynskja fyri okkara ungu skúlanæmingar.
– Hesin leikurin staðfestir eisini, at nýggju karmarnir á Skúlatrøð hóska sera væl til slík endamál.
– Eg vóni tí, at hetta bert er byrjanin til eina nýggja siðvenju, har lærarar og næmingar saman kunnu arbeiða kreativt við m.a. leiki, tónleiki og pallsmíð, sigur ein fegin Karl H. Johansen, borgarstjóri























































