Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vísindavøka á ferð á Klaksikar Bókasavni týskvøldið 17. september

Jóhann Lützen

Vísindavøkan fer nú aftur á ferð kring landið. Talan verður um fimm tiltøk, í Runavík, Klaksvík, Sørvági, á Sandi og í Vági í tíðarskeiðinum 16. til 23. september.

 

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum.

Týskvøldið 17. september kl. 19 verður vitjað á Klaksvíkar Bókasavni.

Skrá
Hvussu javnstøðulógin varð til í Føroyum: Ein greining av kjakinum
Erika Anne Hayfield, Fróðskaparsetrið

Orkugoymslur
Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan

Vitlíki til Tala-Til-Tekst máltøkni til føroyskt
Dávid í Lág, Fróðskaparsetrið

Tiltøkini eru øll almenn og ókeypis.

Harleywoodpaint