Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vísindavøka á ferð á Sands Bókasavni í kvøld

gransking.fo

Í kvøld kl. 19 verða tríggjar vísindavøkuframløgur á Sands Bókasavni

 

  • Sandra Ljósá Østerø frá Firum fer at umrøða BMI hjá rognkelsum
  • Gunnhild Helmsdal frá Heilsugranskingareindin fer at umrøða Long COVID – hvat er tað?
  • Sámal Matras Kristiansen frá Námi fer umrøða Burðardygd – meira enn bara umhvørvi

Vísindavøkan á ferð er afturvendandi tiltak, sum er partur av árligu Vísindavøkuni. Talan er um fimm tiltøk í tíðarskeiðinum frá 15. til 22. september.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum.

 

Tiltøkini eru øll almenn og ókeypis.