Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vísindavøka á ferð í Klaksvík mikukvøldið 26. september

Tíðindaskriv

Mikukvøldið 26. september vera tríggjar forkunnugar framløgur á Tekniska skúla í Klaksvik. Talan er um tiltak í røðini Vísindavøka á ferð.

Sanne Storm, granskari á Landssjúkrahúsinum fer at hava framløgu við heitinum: Røddin í miðdeplinum og átaksøki í mun til perinatalan ótta og tunglyndi

Tróndur Kragesteen, ph.d.-lesandi á Fiskaaling, fer at greiða frá um skynsamasta lúsamark fyri alibrúk, sum hava samband hvørt við annað

Hans Harryson, námslektari á Fróðskaparsetrinum fer at fortelja um sína gransking av, nær ein læraraútbúgving er nóg góð – um tær fimm vágskálirnar

Umframt framløgurnar frá hesum granskarunum verður eisini stutt kunning um gransking í Føroyum, um hvat gransking er, hvør granskar, hvat verður granskað og hví. Eisini verður okkurt tilfar at síggja og tosa um í einum kaffisteðgi.