Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vístu styrki og vunnu

Jóhann Lützen

Mjølnir kvinnurnar vóru aftanfyri 2-0 í settum móti Drátti, men megnaðu at venda øllum og koma norð við tveimum stigum

Mjølnir leikti toppdyst í kvøld. Tað var torførur útidystur móti Drátti, ið liggur á øðrum plássi. Mjølnir liggur á triðja plássi, so tað var týdningamikið at fáa eitt gott úrslit, so fylgjast kann við oddaliðnum SÍ. 

Í oktober leiktu somu lið í Klaksvík og tá vann Dráttur 3-1, so hetta ber boð um at liðið hjá Mjølnir er í menning. 

Tvey tey ovastu liðini leika FM-finalu í april 2021.