Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vit eru klár til kommunuvalið!

Nevndin í Norðoya Tjóðveldisfelag

Nevndin í Norðoya Tjóðveldisfelag er errin av at leggja fram okkara sterka valevnislista við skilagóðum og fjølbroyttum fólki, ið ynskja at verða við til at menna Klaksvíkar kommunu enn meir í komandi setu.

 

Vit í Klaksvíkar kommunu eru longu staðfest at vera tey fjølbroyttastu menniskjuni í landinum.

Tað eigur at síggjast aftur, tá býráðið ger raðfestingar. Tí meira vit fevna um ymiskleikan og geva fleiri borgarum, feløgum og fyritøkum møguleika at kenna seg aftur í býnum, betri verður okkara lokalsamfelag.

Og soleiðis tryggja vit, at tað eisini er ein framtíð fyri Klaksvíkar kommunu sum eitt av sterkastu økjunum í landinum.

Hetta er yvirskipaða málið hjá fjølbroytta listanum av kvinnum og monnum, sum stilla upp til kommunuvalið fyri Norðoya Tjóðveldisfelag.

 

Okkara uppstillaðu eru hesi – frá vinstru:

 

  • Mildrid á Lógv, 54ár, sjúkrarøktarfrøðingur.
  • David Im, 38 ár, Integratiònssamskipari hjá útlendingastovuni.
  • Annika S. Biskopstø, 37 ár, lærari á miðnámi á Kambsdali.
  • Annika M. Mellemgaard, 44 ár, lestrarvegleiðari á Glasi.
  • Anfinn í Toft, 36 ár, tekniskur leiðari í Nes kommunu.
  • Monica Ósá Henriksen, 31 ár, sjálvstøðug vinnurekandi.

 

Nevndin í Norðoya Tjóðveldisfelag