Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit eru klár til stóra føðingardagin

Norðlýsið

Í morgin halda handlarnir í Biskupstorg 1 ára føðingardag, nú tað longu er eitt ár síðani at teir fluttu inn í nýggja torgið.

– Vit eru spent at bjóða fólki vælkomin í morgin. Vit hava skipað tað soleiðis, at Ragnhild Ellingsgaard bjóðar vælkomin, og sigur nøkur orð um føðingaradagsbarnið og veitsluna, og síðani fara vit at hoyra nøkur tónleikainnsløg frá eitt nú Kára Fossdalsá, sum vit øll kenna frá X-Factor, sigur Mimmy.

Umframt Kára, fer eisini Southern Comforts, ið er ein danskur tónleikabólkur, í fyri tað mesta spælir Country tónleik, at framføra.

Fleiri minnast hendan bólkin, tí hann hevur verið í Klaksvík áður. Tá ið Korona ikki loyvdi okkum at savnast, koyrdi bólkurin runt til teir ymisku býlingarnar í býnum, og spældu sera góðan tónleik. Nógv fólk møttu upp, tá ið stóri bilurin hjá Mikkjalson kom framvið, og tað var eitt lívgandi átak fyri býin, sum fyri tað mesta hevði ligið í dvala orsaka av Korona.

– Eisni hava vit fingið Hjalta Bogason Støylen at spæla guitar fyri teimum vitjandi. Hann er fantastiska dugnaligur og er avgjørt verdur at lurta eftir, sigur Mimmy Vágsheyg.

Í lýsingini frá tiltakinum stendur, at handlarnir bjóða kakao og bollar á føðingardegnum, men Norðlýsið vil vita um tað verður nokk til øll.

– Vit fara í hvussu so er at gera eina rúgvu, og vit vóna at nógv fólk fara at vitja og njóta løtuna, sigur Mimmy Vágsheyg flennandi.

Tiltakið byrjar kl. 14.00 og endar kl. 18.00 í morgin, fríggdagin.

Skráin:

kl. 14.00: Ragnhild Ellingsgaard bjóðar vælkomin, og sigur nøkur orð um føðingardagsbarnið og veitsluna.

Gestirnir fáa bollar og kakao, og tað eru ballónir til øll.

Kl 14.30-15:00 spælir Hjalti Bogason Støylen guitar.

Kl. 16:00-16.30 kemur Kári Fossdalsá frá X Factor at syngja.

Kl 17:00-17.30 verður country tónleikur við Southern Comforts.