Thorvald Danielsen vónar at fáa góðan stuðul frá áskoðarum í annaðkvøld, tá Mjølnir skrivar føroyska flogbóltssøgu
Mjølnir tekur ímóti Limax í annaðkvøld. Dysturin verður í Badmintonhøllini og verður bríkslaður í gongd kl. 19.00
VIt hava spurt Thorvald Danielsen, liðskipara um vónir og væntanir til dystin. Thorvald hevur drúgvar royndir sum flogbóltsleikari, men sjálvt hann gerst spentur, nú dysturin nærkast.
– Tað er ikki frítt at ein fær summarfuglar í búkin, nú vit fara undir eitt nýtt kapitul í søguni hjá Mjølnir og eisini føroyskum flogbólti. Hetta verður serstakt og talan er um eitt sera gott mótstøðulið, sigur Thorvald.
– Vit hava vunnið nógv í heimligu kappingini seinastu árini og royna nú okkara flog. Vit eru sera spentir til dystin og eg vóni at nógvir áskoðarar koma at rópa á okkum, sigur Thorvald Danielsen við Norðlýsið
Dysturin verður ikki stroymdur ella vístur í sjónvarpinum, so fólk mugu koma í høllina til søguligu løtuna.
Dysturin verður í Badmintonhøllini kl. 19.00




