Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vit fingu eitt tilboð, sum vit ikki kundu siga nei til

Jóhann Lützen

Vit hava keypt Okkara, ið heldur fram sum ein sjálvstøðu eind og fer at koyra uppá sama máta sum í dag, sigur Einar Waag stjóri á Føroya Bjór

Í gjár kom fram at Føroya Bjór hevði keypt kappinarneytan Okkara. Vit fóru á gátt hjá Einar Waag, stjóra á Føroya Bjór og fingu eitt stut prát í morgun.

Hetta hevur verið ein skjót samráðingartilgongd. Vit fingu eitt tilboð, sum vit ikki kundu siga nei til, sigur Einar Waag stutt og greitt, tá vit spyrja um hví hann hevur valt at keypa bryggjaríið Okkara. 

Spurdur um keypsprísin svar Einar, at tað er eitt trúnaðarmál millum partarnar. 

Tað verða ikki stórvegis broytingar á Okkara

Vit halda fram sum vant og fara at koyra uppá sama máta sum í dag, eg síggi potentiale í fleiri av ølsløgunum sigur Einar Waag við Norðlýsið at enda.