sigur Thorvald Danielsen, liðskipari hjá Mjølnir undan fyrru FM finaluni, sum verður leikt í Badmintonhøllini hóskvøldi kl. 19.30
Í meistaradeildini hjá monnum hava Mjølnir og Fleyr leikt seg í FM finalurnar. Fyrra FM finalan verður í Badmintonhøllin í Klaksvík í annaðkvøld kl. 19.30.
Thorvald Danielsen er liðskipari hjá Mjølnir og telist millum royndastu og bestu flogbóltsleikarar vit hava haft á Føroya landi. Hann hevur mangan staðið í finalum og spenningurin er stórur hvørjaferð
– Tað er altíð spennandi at leika steypafinalur og FM finalur. Vit vunnu steypafinaluna fyrr í ár og nú ætla vit okkum eisini at vinna føroyameistaraheiti. Vit byrjað í Klaksvík í annaðkvøld, tað verður torført tí Fleyr er eitt gott lið, men vit hava fyrireika okkum væl, sigur Thorvald við Norðlýsið.
Thorvald hevur eina áheitan á allar Norðoyingar og Klaksvíkingar
– Vit vóna at síggja so nógvar áskoðarar í høllini, sum gjørligt, tí tað hava vit brúk fyri. Tað gevur eitt eyka lyft, sigur Thorvald við Norðlýsið at enda


