Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

– Vit hava ein møguleika móti Riteriai

Jákup Ósá

KÍ-liðskiparin fegnaðist um avrikið í San Marino, men helt, at Tre Fiori spældi øgiliga skitið.

Norðlýsið hitti Jákup B. Andreasen eftir dystin í San Marino hóskvøldið, sum KÍ vann 4-0.

– Hetta var ein øðrvísi uppgáva enn onnur ár í Europa, tí vit vóru favorittar. Men leiklutin loystu vit væl. Hesaferð kendu vit teir eitt sindur betri.Teir spæla øgiliga skitið við albogum og stemplingum uttanfyri spælið, men vit taklaðu tað væl. Eftir eina trupla byrjan, so stýra vit annars dystin, segði Jákup.

 

Nú byrjar Europa League

Ein samanlagdur 9-1 sigur bendur kanska á, at mótstøðan hjá KÍ í undanumfarinum ikki var so stór. Tí spyrja vit, um Europa League ikki byrjar nú, tá størri avbjóðing stendur fyri framman við mótstøðu frá Riteriai úr Litava.

– Tað haldi eg ikki, tí hetta var eisini ein avbjóðing. Nú hava vit eina aðra avbjóðing, har vit møta einum øðrum liði, sum spælir uppá ein heilt annan hátt. Í fjør spældu vit tveir øgiliga góðar dystir móti Zalgiris. Í Føroyum taptu vit tepurt 2-1, og í Vilnius spældu vit fult upp ímóti teimum og vóru nær við at fara í longd leiktíð. Um vit eru væl fyrireikaðir og raka dagin, so hava vit ein møguleika, segði Jákup.

 

Metini

KÍ vann sín fyrsta sigur á útivølli í Europa kapping og samstundis setti KÍ hesar báðar dystirnar met við at hava vunnið størsta einstaka sigurin, størsta sigurin á útivølli og størsta samanlagda sigurin.

– Tað er eitt bonus, sum man kanska kemur at hyggja aftur á. Men akkurat í løtuni er tað ikki nakað, ið man hugsar um og ei heldur undir dystinum. Men tað er nakað, sum er stuttligt at vera partur av og tað glaðast vit um, segði Jákup B. Andreasen.