Tað sigur Magnus Johansen, skipari og reiðari á snellubátinum Karlamagnus.
Vit fingu fatur á Magnusi fyri løtu síðani. Teir eru á Fugloyarbankanum og royna. Tað er væl av upsa at fáa, sigur Magnus Johansen. Higarrtil í dag hava vit um 6000 pund inni. Í gjár var frískur vindur ímeðan hann var lagt, tá fingu vit 6000 pund, men í dag er sera gott veður.
Seinast í juni vóru vit úti í fýra dagar og høvdu 40.000 pund av góðum og stórum upsa. Eg má siga, at í mun til í fjør hevur gingið sera væl í ár. Vit hava higartil fiska tað sama, sum vit fiskaðu alt árið í fjør.
Fýra mans eru við Karlamagnusi.



