Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Vit hava ongantíð verið nærri loysingini!

Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna

Ikki smávegis: Tjóðveldi er ein reindyrkað embætisrørla, sambandsrørsla, tjóðveldis-akademikarar. Og  so hava vit ongantíð verið longri vekk frá loysingini enn nú. Tað sigur í øllum førum skrivarin av oddagrein í Norðlýsinum.

Men, har eri eg ósamd.  Vit hava nemliga ongantíð verið NÆRRI loysingini enn júst nú.

Men, vit fáa ikki loysing einsamøll. Vit mugu samstarva. Tað er soleiðis vit taka stig á sjálvstýrisleið. Alternativið er at sita á bonkinum og grenja.

Sum er, so nærkast vit fullveldi!  Eisini í hesum samgonguskeiðnum.

Vit valdu hesaferð at fastfrysta blokkin. Næsta samgonguskeið eiga vit at taka blokkin av!

Vit hava eisini yvirtikið ábyrgdina av familjurættarliga økinum. Samstundis sum næsta yvirtøkan, er farin til hoyringar og verður klár at leggja fram beint eftir Ólavsøku.   

Vit hava framt nýskipanir, sum eru neyðugir í einum landið, sum vil klára seg sum sjálvt.

Vit útbyggja samfelagið við vegum og tunnlum, sum eisini er neyðugt, skulu vit klára okkum sjálvi.

 

Stjórnarskipanin
Men verri gongur við stjórnarskipanini, sum ikki sær út til at blíva til nakað í hesum valskeiðnum. Tíverri. Kanska tí, at bitin er ov stórur fyri politisku skipanina, sum illa dugir at hevja seg uppum andstøðu/samgonguleiklutin.

Skal stjórnarskipanin blíva til nakað, so skal tað verða tí, at grein 25 nevndin er samd um, at koma við eini grundlóg, sum í minsta lagi staðfestir okkara sjálvsavgerðarrætt, og sum styrkir okkara rættindi sum tjóð. Tað er tað, sum er tað týdningarmiklasta við lógini. Hetta við sjálvsavgerðarrætti er so mikið grundleggjandi fyri okkara framtíð sum tjóð, at tað møguliga átti at verið samtykt seperat og koyrt til fólkaatkvøðu fyri seg.

At allir flokkar á tingi verða samdir um so nógvar tættir: um sjálvsavgerðarrætt, um trúarfrælsi, um at øll eiga rætt  til lív, um hvørsmansrætt og um alt hitt í uppskotinum, er eftir øllum  at døma ein íðan ov stórur biti í senn at svølgja. Kanska ikki hjá fólkinum,  men hjá politiska valdinum. Serliga hjá andstøðuni, sum nú sær út til at bakka frá fleiri av teimum semjum, sum hon fyri fáum árum síðani kundi taka undir við. Munurin er, at nú eru tey í andstøðu. Tá sótu tey í samgongu!

Tað er harmiligt, at vit ikki megna at hevja okkum uppum andstøðu/samgongurleiklutin í einum so prinsipiellum máli sum hesum.  

Men útfrá eini ósemju um stjórnarskipanina, at koma til ta niðurstøðu, at vit ongantíð hava verið longri burtur frá loysingini, er ógrundað. Serliga um vit hugsað um alt annað, sum ber ávøkst og framburð og framstig her á landið. 

Júst nú, meðan hendan samgongan hevur sitið.