Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vit leita enn eftir valevnum

Jóhann Lützen

Petur Asano er ein einmansherur í Klaksvík í løtuni, men vit vóna at finna onnur valevnir at koma á Miðflokkalistan í Klaksvíkar kommunu, sigur Jenis av Rana við Norðlýsið

 

Miðflokkurin hevði tíðindafund um sína uppstilling til kommunuvalið ígjár. Miðflokkurin stillar upp í Tórshavnar kommunu og Klaksvíkar kommunu. 

Vit hava Petur Asano á listanum í Klaksvík, hann er ein einmansherur í løtuni. Vit høvdu eitt annað valevni á listanum, men viðkomandi hevur trekt seg av listanum, sigur Jenis av Rana.

Vit fingu 246 atkvøður til løgtingsvalið, so tað eru nógvir miðflokkaveljarar í Klaksvik. Vit leita enn eftir møguligum valevnum, sigur Jenis av Rana við Norðlýsið

Freistin at lata valevnislistarnar inn er 22. oktober kl. 18.00

Valevnislistarnir mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi kl. 18.00, 3 vikur undan valdegnum, upplýsir Løgmálaráðið á heimasíðu sínari. 

Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Sjálvstýri og Tjóðveldi hava kunngjørt sínar listar til býráðsvalið í Klaksvíkar kommunu.