Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Vit sóu bæði tað vánaligasta og besta frá KÍ í Sørvági

Jákup Ósá – Myndir: Jóanis Albert Nielsen

(Dystarfrásøgn) Lágt botnstøði og ein framúr seinni hálvleikur. Tað var niðurstøðan um eitt KÍ lið, sum byrjaði illa, men fekk vent øllum og vann at enda uppiborið.

KÍ spældi í somu uppstilling sum seinastu dystirnar, meðan Ndende A. Gueye ikki var við hjá 07 Vestur, sum hevði Ken Fagerberg við frá byrjan. Hann spældi ein góðan fyrra hálvleik.

 

Ræðuligur fyrsti hálvi tími hjá KÍ

KÍ ”møtti ikki upp” fyrsta hálva tíman í Sørvági. Undan dagsins dysti høvdu mótstøðuliðini yvir fýra dystir bara havt 6 royndir á mál hjá KÍ, sum hevði víst sannførandi verjuspæl. Men í Sørvági vísti KÍ verjan veikleikar. Eitt innkast bleiv kastað langt inn og bólturin endaði í málinum, tá Sølvi Egilsson skoraði. Løtu seinni mátti Meinhardt P. Joensen hava eina stórbjarging, áðrenn Gilli Samuelsen økti til 2-0. Einu aðru ferð lá bólturin eisini í KÍ málinum, men tá bleiv dømt fyri rangstøðu. Hetta var ein løta sum vísti, at KÍ framvegis hevur eitt lágt botnstøði og ikki er betri enn nakað lið, um fokus ikki er til staðar frá byrjan. Tí at slík mál – sum t.d. ein innkast støða – er ikki vanligt hjá KÍ at lata inn. KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen hevur neyvan verið nøgdur heldur, tí hann tók tvey stór og avgerandi fet ímóti at venda dystinum longu í fyrra hálvleiki. Fyrst bleiv leikskipanin skift frá 4-4-2 til 3-5-2/3-6-1 og síðani bleiv Jákup B. Andreasen skiftur inn fyri Ronni Møller-Iversen. KÍ fekk eftir hornasparksinnlegg minkað um munin til 2-1 áðrenn hálvleik.

 

 

KÍ sat á øllum seinna hálvleiki

Í seinna hálvleiki og partvís móti endanum av fyrra hálvleiki sóu vit eitt hamskift KÍ lið. Ken Fagerberg tóktist ikki at vera í bestu venjingarstøðu, helst vegna skaða, tí hann gav sum fráleið ikki eins stórar trupulleikar sum fyrsta partin av dystinum og eftir ein tíma bleiv hann útskiftur. KÍ lá við Hørði H. Askham sentralt í miðverjuni og hann tók einsamallur nærum alar bóltarnar sum komu ímóti KÍ málinum í seinna hálvleiki, meðan hinir miðverjarnir, Marko Dusak og Deni Pavlovic, fyri tað mesta lógu høgt uppi á vøllinum og luttóku í KÍ álopspartinum. Stutt eftir hálvleik bleiv Hjalgrím Elttør skiftur inn og hann skuldi koma at vísa, at dugur framvegis er í honum, hóast hann hevur spælt lítið í ár. KÍ fekk brotsspark, tá Páll A. Klettskarð bleiv hildin í 57. minutti. Jóannes Bjartalíð skoraði og so var KÍ bara eitt mál frá sigrinum. KÍ helt fram at trýsta 07 Vestur í botn og hóast møguleikarnir ikki vóru so stórir, at 07 Vestur málverjin Silas Eyðsteinsson skuldi hava stórbjargingar, so var KÍ trýstið so tungt, at tað helst bara var spurningur um tíð til KÍ soraði. Og í 74. minutti kom málið, sum sendi KÍ á sigurskós. Marko Dusak sendi innlegg innfyri, Hjalgrím Elttør hevði runnið til nærmastu stong og hann skoraði til 3-2. KÍ bleiv eftir málið við at trýsta høgt uppi og kom ikki undir trýst seinasta partin av dystinum sum t.d.liðið kom báðar dystirnar í Sørvági í fjør. Tað var nærri við at blíva 4-2 enn 3-3 seinastu løtuna.

 

 

Vístu botnstøði og toppstøði í sama dysti

KÍ var nærum tvær ymiskar útgávur av sær sjálvum í sama dysti. Fyrra hálvleik spældi liðið sum eitt botnlið og hevði sín klárt vánaligasta hálvleik í ár, meðan seinna hálvleik spældi liðið nærri sum meistarar til tíðir. Frá bonkinum komu leikarar inn til avgerandi leiklutir og broytta spæliskipanin fekk eisini loyst upp fyri at fáa vent dystinum. KÍ hevur fult stigatal fyri fimm umfør, men hesin dysturin prógvaði eins fleiri aðrir dystir hava gjørt, at KÍ fær nærum ongan lættan dyst og skal stríðast hart fyri at fáa stigini.

Harleyfacadeacryl