Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Vit taka Klaksvíking seriøst

Jákup Ósá

– Men vit mugu fyrst finna útav, um hann verður við, sigur Høgni Jacobsen.

– Men vit mugu fyrst finna útav, um hann verður við, sigur Høgni Jacobsen.

Tá Norðlýsið fyrr í dag hevði grein um 10-mannafarsróðurin á ólavsøku við yvirskriftini ”Drekin Reyði tekur ikki Klaksvíking seriøst” so skapti tað nakað av øsing í høvuðsstaðnum og kanska serliga á Argjum. Í greinini bleiv yvirskriftin útgreinað við, at fleiri av manningini hjá Drekanum Reyða søgdu seg ivast í, um Klaksvíkingur bleiv við á ólavsøku, tí so ymiskar útmeldingar eru komnar frá teimum. Høgni Jacobsen sigur í dag við Norðlýsið, at hetta kann misskiljast.

– Ja ein slík yvirskrift og niðurstøða kann misskiljast. Tað sum vit hava sagt er, at vit fyrst skulu síggja Klaksvíking á Kongabrúnni. Men verður hann við, sum vit í grundini hava væntað og vant ímóti í alt ár, so taka vit hann sjálvandi sera seriøst eins og Vestmenning, tí tað er har, at harðasta kappingin væntandi kemur frá, sigur ein spentur Høgni Jacobsen við Norðlýsið í dag.