Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vit tippa ynskisinnkeypslistan hjá KÍ til 2024

Jákup Ósá

(Úr Norðlýsinum fyri nøkrum vikum síðani) Tað væntast at blíva rímuliga stór útskifting í KÍ-hópinum í vetur.

Vit nærkast kappingarenda í landskappingini 2023, og hóast KÍ hevur nakrar altjóða dystir eftir eftir landskappingarenda, so er hetta tíðin, har tað eisini skal hyggjast fram móti 2024 við hópinum. Í hesi grein koma við okkara boði uppá, hvørjir nakrir av leikarunum á ynskisinnkeypslistanum hjá KÍ eru.

 

YnskisInnkeypslistin

Hetta merkir, at tað kann blíva stór útskifting hjá KÍ. Men tað veldst eisini um, hvussu nógvir leikarar fara úr hópinum. Síðani er tað kappingarleisturin og flytingarvindeygað í 2024, sum spæla inn. Tí KÍ hevur brúk fyri einum tali av leikarum til kappingina áðrenn altjóða kappingina, og so einum munandi størri hópi, tá kappingin koyrir við bæði altjóða fótbólti og heimligu kappingini sum í ár. Og tá kom KÍ ikki langt í steypakappingini, so tað kundu verið enn fleiri dystir. Hinvegin kennir KÍ ikki sína lagnu fyrr enn komandi summar. Tað verður ikki á hvørjum ári, at føroysk lið koma í bólkaspøl, men tað er ein góður møguleiki fyri, at KÍ verður styrkismett í 1. umfari og tí kann fáa ein betri møguleika enn áður á pappírinum. Tí kann kanska hugsast, at KÍ eisini fer at fáa tilgongd komandi summar, men í summar vísti tað seg, at KÍ hevði torført við at fáa nýggjar leikarar, tá ynski var um at serliga fáa ein nýggjan álopsleikara. Flytingarvindeygað í vetur er tí kanska lættari at arbeiða við. Vit hava ikki tosað við KÍ um innkeyp í 2024, men fara at koma við okkara boði uppá, hvussu innkeypslistin hjá KÍ partvís sær út. Søgan síðstu árini vísir okkum, at KÍ ofta hevur áhuga í teimum bestu leikarunum úr føroysku kappingini ella í føroyingum uttanlands. Men givið er, at sannlíkt er, at onkur útlendskur leikari eisini kemur til. Umboðsmaðurin hjá fleiri av norsku monnunum í KÍ segði í summar, at áhugin fyri at koma til KÍ var nógv vaksin uttanlands eftir, at KÍ spældi seg í altjóða bólkaspæl. Ynskisinnkeypslistin her er ein listi, sum skal skiljast sum ein við nøkrum av nøvnunum, sum vit tippa, at KÍ hevur áhuga í. Men tað er neyvan realistiskt, at allir hesir spæla við KÍ í 2024.

 

Mattias Lamhauge (B36)

Sáttmáli gongur út: 31.12.23

KÍ manglar ein støðugan málverja, og har er landsliðsmálverjin upplagdur. Mattias tykist verða framtíðarmálverjin á A-landsliðnum í kapping við Ara í H. Petersen úr 07 Vestur, sum kundi verið eitt alternativ hjá KÍ. Mattias hevur ment seg nógv síðstu árini. Hann hevur hæddina og hann hevur altjóða royndirnar. Tað ljóðar, at hann hevur ynski um at royna seg uttanlands, men møguleikin í KÍ við serliga nógvum altjóða dystum er helst eisini lokkandi.

 

Daniel Obbekjær (07 Vestur)

Sáttmáli gongur út: 31.10.23

Høgi miðverjin hjá 07 Vestur hevur verið sannførandi síðani hann kom til felagið í 2022. Hann hevur sagt við bold.dk, at hann er opin fyri at halda fram í Føroyum. Um KÍ missir bæði Børga og Vegard, so er Daniel upplagdur at koma inn ístaðin, hóast ein vinstrabeintur miðverji kanska hevði verið tað mest optimala, tá KÍ skal spæla við trimum í miðverjuni.

 

Geza David Turi (Víkingur)

Sáttmáli gongur út: 31.10.23

Geza bíðar framvegis eftir pappírunum til at blíva føroyingur, so hann kann spæla við føroyska landsliðnum. Tað hevur eisini ljóðað í fleiri ár, at hann hevur áhuga frá feløgum uttanlands. Men næsta stigið hjá Geza kann verða at fara til felagið, har pápin (málmansvenjari) og systurin (málverji) eru frammanundan, tí vinnur KÍ FM, so eru møguleikarnir fyri at spæla nógvar altjóða dystir og kanska bólkaspæl nógv størri enn í hinum feløgunum. Styrkin hjá Geza er m.a., at hann er góður báðar vegir. Hann er tekniskt væl fyri og hann vinnur sera nógvar bóltar frá mótstøðuliðnum. Hetta er helst besta ’’keypið’’, sum KÍ kann gera.

 

Adrian Justinussen (HB)

Sáttmáli gongur út: 31.10.23

Adrian Justinussen er toppskjútti hjá HB í ár og hevur eftir summarsteðgin havt eina góða gongd. Hann fekk sítt stóra gjøgnumbrot í 2018, tá hann var toppskjútti og ársins leikari í Betri Deildini. Síðani hevur hann havt onkrar skaðar, og tað er bara í tíðarskeiðum, at hann hevur verið á sama stigi. Adrian hevur ein ’’x-factor’’ við sínum skoti og skapandi spæli. Hann spælir ofta í vinstru síðu og passar tí væl at verða á sama liði sum Árni Frederiksberg. Spurningurin er, um hann hevur kropsligu styrkina og røkir verjuspælið nóg væl til KÍ-stílin, serliga tá altjóða dystir eru. Men til álopspartin gevur hann liðnum uttan iva nógv, og kemur KÍ aftur í eitt bólkaspæl, so verður nokk av spælitíð til allar.

 

Andrass Johansen (B36)

Sáttmáli gongur út: 31.10.24

Tann síðsti leikarin á listanum er eisini tann, sum minst sannlíkt kemur til KÍ. Orsøkin er, at hann hevur sáttmála við B36 fyri 2024. Andrass hevur eyðsýndar dygdir og hevur ment seg nógv síðstu árini. Hann kann eisini røkja fleiri pláss. Hevur vunnið sær fast pláss á landsliðnum og byrjaði inni seinasta landsdyst. Andrass hevði verið ein góð tilgongd hjá KÍ.

 

Nógv spælir inn

Eitt er, at KÍ kanska hevur áhuga í einum ella fleiri av áður nevndu leikarum. Men tað skal eisini nógv passa saman fyri at bera á mál. Summir leikarar hava kanska onkra avtalu um longdan sáttmála, ið ikki hevur verið alment frammi. Summir trívast kanska væl í sínum núverandi felag, har kanska eisini okkurt broytist til at blíva meira spennandi í 2024. Summir ætla sær kanska fyrst og fremst uttanlands og summir stúra kanska fyri, at spælitíðin í KÍ verður avmarkað. Vit vita um onkran leikara, sum hevur verið runt landsliðið síðsta árið, sum hevur valt KÍ frá, tí spælitíðin kundi mest sannlíkt fara at blíva avmarkað.

 

Kelda til sáttmálaupplýsingar: Transfermarkt

Kelda til hagtøl: FaroeSoccer