Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vit vilja vælferðina

Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi

Okkurt má gerast beinavegin við tørvin á starvsfólkum innan vælferðarøkini. Vit síggja, at longu nú stórur tørvur er á m.a. heilsuhjálparum, heilsurøktarum, pedagogum og sjúkrarøktarfrøðingum.

Hesi størvini eru grundleggjandi fyri heilsuøkið, almannaøkið og eldraøkið.

Búskaparráðið hevur víst á, at um 10 ár fer tørvur at vera á 2000 starvsfólkum á vælferðarøkinum
Tað nyttar ikki at blíva við at tosa um virðing, vit mugu tosa um løn, arbeiðstíð og arbeiðsumstøður hjá hesum starvsfólkum.

Tjóðveldi skipar mikukvøldið fyri almenna fundinum Vælferð í Vanda, har vit fara at viðgera vælferðarstørvini.
Vit vilja vælferðina.

Beinta Løwe
Løgtingskvinna, Tjóðveldi