Vit seta Tummas Lervig, formanni í KÍ stevnu, at hoyra hansara hugsanir, nú kappingarárið fer í gongd um bert fáar dagar.
Tummas hevur verið formaður í drúgvt áramál og kennir sostatt væl til júst hesa tíðina á árinum, tá spenningurin er í hæddini og fyrireikingarparturin er um at verða av. Vit spyrja Tummas hvørjar tankar hann ger sær um felagsskapin nú áðrenn kappingarnar fara í gongd?
– Tað er rættuliga avgerandi at allir partar eru væl fyrireikaðir tað verði seg leiðsla, venjaratoymið, hjálparfólkatoymið og annars ikki minst øll rundan um vøllin og felagi. Felagsskapurin er góður fólk koma og fara har øll gera sítt til at fremja okkara fremsta mál sum er at skipa fyri fótbólts spæli á leikvøllinum. Vit byrja altíð árið við ídni at fyrireika árið har leikarahópurin ofta er fingin uppá pláss í farna kappingarárinum, sigur Tummas.
Ítróttarøkið minnir alt mest um eitt byggipláss í løtuni. Karmarnir gerast alsamt betur, vit spyrja Tummas hvat hann heldur um stóra byggivirksemi, sum er kring vøllin í hesum døgum.
– Tað hevur verði eitt miðvist samskiftið við Tekn deild hjá kommuni sum stendur fyri umbyggingini. Málið hevur verði at ganga øllum krøvum á møtið til tað heimligu og UEFA kappingina. Krøvini til heimligu kappingina verða komin uppá pláss tá vøllurin er skiftur í juni eftir Norðoyastevnu. Tá eru ljós, bandar, vøllur komin uppá pláss. Vónandi er Bláa skýlið klárt til seinnu hálvu. Klárt er eisini gjørt til sprinklara skipan. Tá alt er liðugt hava vit eitt framúr stadionøkið. Stórt rós til Teknisku deild hjá Klaksvikar kommunu fyri dygdargott arbeiði, sigur Tummas.
Á aðalfundinum herfyri varð nýggj nevnd vald har nakrir nýggir limir komu í nevndina. Tað man verða hugaligt.
– Tað er generelt ringt at manna nevndir. Okkara reglugerð ásetur, at val er hvørt ár, tað er ein fordeilur at kunna velja bert fyri eitt ár í senn. Á síðsta ársaðalfundi fingu vit tveir nýggjar nevndarlimir, ungar virkisfýsnar menn. Uppgávurnar eru mangar og eru fleiri álitisfólk, sum eisini manna undirnevndir saman við nevndarlimun. Hetta arbeiði hevur stóran týdning fyri felagið, sigur Tummas.
Nógv hevur verið tosa um útlendingarnar á fremsta mansliðnum. Summi halda at tað eru ov nógvir útlendingar, meðan onnur halda at tað er í ordan. Hvat viðmerkingar hevur tú til tað?
– Tey fremstu feløgini koma altíð at kappast um heimligu spælararnar, landafrøðiliga er útjaðarin tapari her, alternativt eru tey feløgini noydd at leita út um oddarnar eftir spælarum. Vit hava onki ímóti at brúka spælara uttanífrá, men sjálvandi skal tað ikki verða uppá bekostning av teimum lokalu spælarunum, sigur Tummas.
Tummas Lervig er ivaleysur tá prátið kemur inn á málsetning hjá KÍ í ár.
– Málið er altíð at vinna fær kappingar ein luttekur í, men tað vilja okkara kappingarneytar eisini. Tá tað er UEFA kappingin er okkara greiða mál at koma langt og víðari, sigur Tummas at enda




