Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vit vóna at heimavøllurin kann hjálpa okkum

Jóhann Lützen

Portugal er eitt av teimum sterkastu U21 landsliðunum í Evropa, men eg havi góðar vónir til dystin í dag, sigur Eyðun Klakstein venjari við Norðlýsið

 

 

U21-landsliðið spælir í Klaksvík móti Portugal í dag kl. 16.00

Vit høvdu gott tak á teimum í stórum parti av dystinum, tá vit leiktu á útivølli móti teimum. Vit taptu tó 4-0 og málini komi móti endanum av dystinum.

Vit vóna at kunna endurtaka tað góða frá fyrra dystinum og fáa ein betri dyst hesuferð. Vit vóna at heimavøllurin fer at hjálpa til við hesum, vit kenna okkum væl og plaga at fáa góðan stuðul, so vit gleða okkum til dystin, sigur Eyðun Klakstein við Norðlýsið

Allir 20 mans sum vit tóku út eru tøkir. Tað eru nakrir profilar sum mangla vegna skaða og onkur er farin upp á A-landsliðið, upplýsir Eyðun.