Í dag vitjaðu vit á Norðlýsinum og fingu at vita hvussu tey arbeiða dagligt
Seinastu tíðuna hava vit, genturnar í 6.D Á skúlatrøð, vitja ymsastaðni í Klaksvík. Hetta hava vit gjørt í lærugreinini handa verk og list, har Berit Norðoy er lærari.
Í dag vitjaðu vit á Norðlýsinum. Vit fingu eina frágreiðing frá Jóhann Lutzen, sum er stjóri á Norðlýsinum. Tá framløgan var liðug fingu vit møguleikan at skriva hendan tíðindastubban á heimasíðuna hjá Norðlýsinum. Vit halda at tað er orduliga stuttligt at sleppa at sita í stjórastólunum, har vit sleppa at skriva hesa søguna.




