Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vivian nýggjur leiðari í Baldursbrá

klaksvik.fo

Hálvan februar byrjaði Vivian Bjartalíð Samson í starvi, sum leiðari á nýggja dagstovninum á Norðoyri. Vivian er útbúgvin námsfrøðingur, hon hevur drúgvar royndir sum námsfrøðingur og hevur seinastu mongu árini starvast sum leiðari og varaleiðari á dagstovnaøkinum.

 

Vivian sigur, at hon hevur glett seg til hesa uppgávuna.

– Hetta er ein nýggjur stovnur, sum eg saman við starvsfólkunum, fái møguleika at mynda og sett eina kós fyri. Í mínum námsfrøðiliga arbeiði havi eg altíð verið hugtikin av sangi, rørslu og náttúruni, sum stýringsamboð.

– Umstøðurnar og náttúran her úti á Norðoyri eru fantastiskar, og útiøkið í barnagarðinum byrjar veruliga at taka skap. Her er lagt upp til bæði rørslu og hugna. Fleiri av starvsfólkunum hava eisini grønar fingrar, so vit gleða okkum at fara undir at planta bæði trø og grønmeti.

Tvær barnagarðsstovur eru í løtuni í Baldursbrá, men eftir páskir verður latið upp fyri einari afturat. Tvs., at tá verður pláss til 35 børn.

Vivian sigur, at tvey av starvsfólkunum hava tikið motorikkvegleiðara útbúgving, tí gleðist hon eisini almikið um, at pláss er givið til eitt sansarúm, har serligur dentur verður lagdur á at stimbra ta motorisku menningina hjá børnunum, men eisini sosiala lívið, trivnað, málsliga menning, innlæring og bindindi hjá børnunum.

Vit ynskja Vivian hjartaliga til lukku við starvinum og blíðan byr.