Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Vøllurin á Djúpumýru handaður

IDE møblar

Seinnapartin í gjár var Birgir Andreasen frá Føroya Møblasølu í Klaksvík og formliga handaði Klaksvíkar kommunu vøllin.

 

 

Tað er minni enn ein mánaður síðani, at avtala varð undirskrivað um keyp av nýggjum vølli, so sigast má, at arbeiðið hevur gingið væl, hóast veðrið hevur darvað arbeiðinum nakað.

FSF hevur góðkent vøllin, og besta mansliðið hjá KÍ hevur longu spælt fyrsta dystin á nýggja vøllinum. Vøllurin royndist væl, og úrslitið gjørdist ikki minni enn 4-2 til KÍ.

UEFA ger eisini kanningar í løtuni, teir eru sera jaligir og væntast kann at vøllurin verður UEFA Pro góðkendur seinni í dag. So væntandi kann Kí taka ímóti Differdange úr Luksemborg á nýggja vøllinum á Djúpumýru mikukvøldið.

Vit takka Klaksvíkar kommunu fyri álitið og ynskja KÍ og øllum klaksvíkingum bestu eydnu við nýggja vøllinum.