Siðvenja hevur verið, at á seinasta tingfundi á árinum syngja løgtingslimirnir undir leiðslu av formanninum sálmin “Gleðilig jól” hjá Fríðriki Petersen, sála. Í dag var tann annars so musikalski tingformaðurin ikki reiðiliga “í stødinum” til tað, og tingfundurin endaði tí uttan siðbundna sangin.
Jógvan á Lakjuni vildi heldur ikki gera samrøðu við Norðlýsið, og tað var týðiligt, at hann var harmur um tað, sum Løgtingið hevði samtykt fyrr um dagin. Hann ynskti tó øllum tingmonnum, og undirstrikaði at hann ynskti bæði monnum og kvinnum, eini gleðilig jól, áðrenn hann sleit tingfundin.



