Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Waag keypt Kollsker

Jóhann Lützen

Waag hevur keypt plátu- og dekkverkstaðið hjá Kollsker, sum Waag yvirtók um árskiftið.

“Vit hava leingi havt ætlanir um at útvega okkum eitt plátu-og dekkverkstað, og tað var tí eitt kærkomið høvi, tá ið vit fingu tilboð um at keypa Kollsker. Nú kunnu vit bjóða kundum okkara allan pakkan, líka frá bilkeypi, mekaniskum verkstaði, plátuverkstaðið til dekk og dekkskift” sigur Pauli Waag, stjóri í Waag.

“Plátu- og dekkverkstaðið hjá Kollsker heldur fyribils fram sum vanligt, men vit fara sum frá líður at gera ymiskar broytingar, t.d. skifta navn og vit ætla okkum eisini at fara at gera væl meira burtur úr dekksøluni” sigur Pauli Waag, sum samstundis fer at ynskja kundum og viðskiftafólkum sínum eitt gott og eydnuberandi nýggjár.