Frameftir verður tað WAAG sum fer at umboða Hyundai í Føroyum. Umframt Hyundai umboðar WAAG í dag bilmerkini Renault, Dacia, Mercedes-Benz og Mitsubishi
Hyundai hevur eitt breitt úrvæl av bilum – heilt frá tí minsta Hyundai i10 til tann stóra Hyundai Santa Fe. Fleiri av bilunum fáast bæði við bensin/diesel motori og við eitt nú EL, plugin hybrid og brintmotori. Ein heilt nýggjur og sera spennandi Hyundai Tucson er júst nú komin á marknaðin, og verður hesin eisini at fáa hjá WAAG í nærmastu framtíð.
Sum nakað heilt serligt hava allir Hyundai bilar 5 ára fabriksgaranti – uttan kilometur avmarking. Harumframt veitir Hyundai 5 ára lakkgaranti og 12 ára rustgaranti.
Longu nú ber til at ogna sær ein Hyundai frá WAAG, og væntandi vera øll viðurskiftir viðv. yvirtøkuni klár um mánaðarskiftið januar/februar.
Hjá WAAG fegnast vit um at hava fingið umboðið uppá Hyundai og vit gleðast um, nú at kunna bjóða kundum okkara eitt enn størri vøruúrvæl.
Til ber at síggja alt vøruútvalið hjá Hyundai her: https://www.hyundai.dk/modeller




