Heimsheilsustovnurin WHO hevur hugt at útbreiðsluni av Coronavirusinum í Wuhan í Kina og kann staðfesta, at átøkini fyri at basa smittuni hava virkað. Onnur úrslit siga, at nærum ongi børn fáa smittuna, men so eisini, at umleið 20% av teimum, ið gerast sjúk, verða sera álvarsliga rakt (fáa eitt “kritiskt sjúkuforløb”).
Átøkini hjá Kina eru, ikki óvæntað, ógvuslig, men eisini effektiv. Og at síggja til hevur virusið verið í hæddini í Wuhan og er nú í minking har. Orsøkin, siga serfrøðingarnir frá WHO, vera, at Kina hevur eydnast at isolera virusið í Hubei-landslutinum og harvið avmarka smittuspjaðingina. Fyri at gera tað, hevur Kina í roynd og veru gjørt seg inn á frælsið hjá borgarunum har. Men sum WHO sigur, so hevur tað virkað.
Eitt úrslit í rapportini, sum fevnir um eina vitjan í Hubei 16.-24. februar og fyllir 40 síður, er, at børn verða so gott sum ikki rakt av smittuni, og tey fáu, sum verða – tey telja 2,4% – fáa ½ eina sera milda sjúkralegu. Sum “børn” verða roknað øll undir 18 ár, so ikki kann sigast, at yngsti aldursbólkurin verður hart raktur.
Úrslit úr rapportini eru m.a. hesi:
– 75.000 fólk eru kannað og 56.000 eru staðfest sjúk av starvsstovu
– 80% av teimum raktu eru millum 30 og 70 ár
– Sjúkan kynsdiskriminerar ikki; bæði kynini vórðu eins nógv rakt
– Hvør fimti (20%) gerst álvarsliga sjúk/ur og krevur intensiva viðgerð
– Tey sum doyggja, eru nærum øll eldri fólk.
Rapportin avlívar eisini eina rættiliga seiga mytu, sum gongur runt á internetinum nevniliga um, at Covid-19 er sum vanligt krím. Okkurt er til felags, til dømis inkubatiónstíðin uppá 5-6 dagar í miðal, men Covid-19 smittar ikki sum krím. Eitt nú eru nærum ongi børn smittuberarar. Symptomini líkjast tó krími, men munur er eisini á, eitt nú eru tvey symptom við Covid-19 turrur hosti, og at 88% av sjúklingunum fáa fepur.
Ein typisk sjúkutilgongd er tann, at sjúklingurin er umleið 5 dagar um at gerast sjúkur, frá tí hann gerst smittaður (inkubatiónstíð), og er so sjúkur í umleið eina viku. Eftir eina viku fáa 80% av sjúklingunum tað betri, men sum nevnt omanfyri, fáa 20% tað verri og mugu hava intensiva viðgerð.
Rapportin leggur tó dent á, at myrkatølini framvegis eru stór, og at teirra úrslit bara snúgva seg um tey, sum eru staðfest sjúk av heilsumyndugleikunum. Men framvegis bendir alt á, at sjúkan er við at hæsa av í Wuhan og Hubei, har hon byrjaði. Og ein orsøk sigst vera tey effektivu átøkini, sum kinesiska stjórnin og lokalu myndugleikarnir hava sett í verk.
Spurningurin er, hvussu nógv av hesum vit fáa sett í verk í Føroyum og Danmark, tí okkara stjórnir hava ikki somu heimildir sum tann kinesiska. Hinvegin bendir nógv á, at skundlógin, sum danska stjórnin samtykti, avgerðin um at steingja landamørk og heimildin at frælsistaka sjúklingar, er, hóast stórt inntriv í frælsið hjá fólki, eitt effektivt amboð móti smittuspjaðing.
Til ber at lesa WHO-rapportina í fullum líki her:



