Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

World Masters í dart

Tíðindaskriv

Í morgin tygdagin fara fyra av okkara fremstu leikarum í dart til Assen í Niðurlondum, har stóra kappingin World Masters verður.

Frá hósdegnum til mánadagin verður kappast hvønn dag, og er millum annað atgongd til heimsmeistaraheitið fyri einstaklingar uppá spæl. Kappingin World Masters er stórsta kapping av sínum slag, og verða væntandi yvir 1000 leikarar úr øllum heiminum við, Føroya hevur fingið tilluta 4 pláss, og verða teir ið umboða Føroyar Jan Erik Fjallstein – Jan McIntosh – Niels Thomsen og Uni Árting, við á ferðini er eisini Annfinn Allansson Hjaltalin, sum er ferðaleiðari og umboð fyri DSF.

Til ber at fylgja kappingini inni á heimasíðuni dartconnect.tv, og koma eisini úrslit út leypandi á facebook vanganum hjá Dartsamband Føroya 

Harleyfacadeacryl