Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

X Factor: Olvheðin slapp víðari

Jóhann Lützen

Ungi Klaksvíkingurin sang og framførdi seg víðari í fyrstu runduni í ársins X Factor

Hetta er 15 ferðin at danir skipa fyri X Factor. Fleiri føroyingar hava verið í kappingini og gjørt tað gott. Í ár er Olvheðin Jacobsen úr Klaksvík við og hann hugtók dómararnar. 

Dómararnir Kwamie Liv og Simon Kvamm nærmast kappaðust um at rósa Olvheðin, sum fer víðari í aðru rundu.