Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Yvirlýsing frá aðalfundi Javna 2018 

Tíðindaskriv

Undir verkfallinum hjá Føroya Pedagogfelag um ársskifti noyddust fleiri vaksin fólk at flyta úr sínum heimi, og inn til foreldur ella næstringar at vera. Vit mugu hava karmar ið tryggja, at okkara limir kunnu vera trygg heima hjá sær sjálvum, eisini undir einum verkfalli.

Á aðalfundinum hjá Javna leygardagin 5. mai 2018 var niðanfyri standandi yvirlýsing samtykt:

Aðalfundurin hjá Javna átalar tað árin, ið verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag hevði á bústaðarviðurskiftini hjá limum í Javna, og heitir á avvarandi partar um at skipa greiðar karmar um vardar bústaðir, sum forða fyri, at slíkt hendir aftur. Forðast má fyri ótryggleika í egnum heimi.

Soleiðis samtykt á aðalfundi Javna í Sørvági, tann 5. mai 2018